Útreiðslur hækka altíð, til tær koma ájavnt við inntøkurnar
- Cecil N. Parkinson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Faroe Dive: Í 2020 var útflutningsvirði á alifiski 3,32 milliardir krónir. Tí er eingin ivi um, at alivinnan hevur stóran týdning fyri okkara landshúsarhald. Ein av smáu vinnugreinunum, ið hevur ment seg undir liðuni á alivinnuni er føroyska kavaravinnan.

Tænasturnar ið kavarar veita alivinnuni eru avgerðandi fyri dagliga raksturin av týdningarmiklu alivinnuni. Í dag arbeiða eini 25-30 fólk burturav, sum kavarar í alivinnuni.

Ein leyslig meting av hvussu nógv kav verða avgreidd fyri Bakkafrost, Hiddenfjord og Mowi vísir, at samlaða talið av einstøkum kavum liggur á uml. 18.900 kav pr. ár.

Tær menningarætlanir, ið alifyritøkurnar hava lagt fram alment vísa greitt, at tørvurin á kavaratænastum helst ikki fer at minka komandi árini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo