Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Havstovan: Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum vann lutakastið. Merkti fiskurin var ein toskur, 72 cm, sum varð merktur 15. oktober 2018 norðan fyri Føroyar. Fiskurin var fiskaður 19. desember 2018 norðan fyri Føroyar av línubátinum ”Kallanes”. Fiskurin var latin inn til Havstovuna 04. mai 2023.

Í ár var lutakastið á Havstovuni í Havn. Sólvá Eliasen tók tann vinnandi seðilin og Hallbjørg Hansen frá Landsgrannskoðanini helt eyga við, at lutakastið fór rætt fram. Havstovan takkar øllum, sum hava sent fiskamerki inn hetta seinasta árið, og ynskir virkinum til lukku við vinninginum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo