Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í dag fingu 20 nýggir ferðaleiðarar handað prógvini á Miðnámi í Vestmanna.

Tey hava síðan fyrst í september mánaða í fjør gingið á ferðaleiðaraskeiðnum, sum skúlin hevur skipað fyri.

Skeiðið hevur vart í umleið 170 tímar. Umleið tveir triðingar av skeiðnum hevur verið skipað sum undirvísing á skúlanum eitt kvøld um vikuna, meðan tann seinasti triðingurin hevur verið skipaðar sum vitjanir á søvnum, í kirkjum og aðrastaðni og sum túrar í náttúruni.

Summir av nýggju ferðaleiðararunum eru longu farnir til arbeiðis.

Tey, sum hava fingið prógv sum ferðaleiðarar eru: Alice Mortensen, Andrias Thomassen, Anna Rúna Jacobsen, Bergljot D. Hentze, Birgit Rønne Hansen, Danny Danielsen, Edny Poulsen, Elin Neshamar, Ingunn Schiller, Jakoba Hansen, James Olsen, Jón Á. Asgeirsson, Lydia Gardar, Myrna Lind Jacobsen, Pól Sundskarð, Rannvá Mortansdóttir, Samson Højgaard, Sunnvá á Geilini Asano, Sveinur Tróndarson og Øssur Eysturoy.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo