40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Yvir 200 granskarar halda, at heimsheilsustovnurin WHO tekur ikki støðuna í nóg stórum álvara viðvíkjandi smáum bitlum, sonevndum aerosolum, sum hanga í luftini í nógv longri tíð enn nógv halda, og harvið kunnu smitta fleiri fólk enn higartil hildið.

Í einum opnum brævi, sum Lidia Morawska, granskari og professari við lærda háskúlan Queensland University of Technology í Australia hevur skrivað til WHO, og sum 239 aðrir granskarar hava skrivað undir, verður heitt á WHO um at taka støðuna í størri álvara.

- Nógv av tilmælunum gera ov lítlan mun, eitt nú tilmæli um frástøðu, sum eigur at vera nógv strangari, halda granskararnir millum annað.

WHO hevur svarað, at tey ikki eru samd við granskarunum, eitt nú tí at so høvdu nógvar ferðir fleiri fólk verið smittað, enn tilfeldið er. Eisini fílist WHO á, at granskingin hjá hesum fólkunum í mestan mun hevur verið framd á laboratorium, starvsstovum, og tí ikki eru nóg eftirfarandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo