Um tú ikki kanst føða 100 munnar, byrja so við einum
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Talið av gistináttum á føroysku gistingarhúsunum var knappliga 175.000 í 2021. Innskrivingarnar vóru góðar 72.000 í tali. Hetta er tað hægsta, síðan Hagstova Føroya fór undir at skráseta gistingar í 2013. Harvið gjørdist 2021 eitt metár hjá gistingarhúsunum.

Koronufarsóttin ávirkaði gistingarnar nógv í 2020. Gistingarnar á føroysku gistingarhúsunum høvdu ongantíð verið so fáar í tali, síðan Hagstova Føroya fór undir skráseta gistingar í 2013. Nú 2021 er farið afturum, kann staðfestast at stór vend kom í, tí árið gjørdist metár. Øll gistingarmát, tvs. persónsgistinætur, kamarsnætur og innskrivingar, settu met.

Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista.

Misjavnt í og uttanfyri Tórshavnarøki
Knappliga 158.000 gistingar vóru á gistingarhúsunum í Tórshavnarøkinum í 2021. Tað er nærum ein tvífalding samanborið við 2020. Bjarta gongdin sæst tó ikki aftur á gistingarhúsunum uttan fyri Tórshavnarøkið. Uttan fyri Tórshavnarøkið vóru knappliga 17.000 gistinætur. Tað er eitt vet hægri enn í 2020, men langt frá stignum undan koronufarsóttini.

Ferðafólk úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark vaks lutfalsliga nógv
Talið av ferðafólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark, sum gistu á gistingarhúsunum, meira enn tvífaldaðist í fjør í mun til í 2020. Gistingarnar hjá hesum ferðafólkum eru tó framvegis nærum helvtina færri í tali samanborið við í 2019. Næturnar hjá ferðafólki úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark vóru í fjør góðar 46.500 í tali samanborið við knapt 85.500 í 2019.

Danir gistu eisini meira á føroysku gistingarhúsunum í fjør. Gistinæturnar hjá dønum vóru góðar 70.000 í fjør og tað er met. Tað svarar til ein vøkstur á knøpp 80% í mun til árið fyri.

Føroyingar vitjaðu gistingarhúsini eisini meira í fjør enn nakrantíð. Næturnar vóru góðar 57.500 í tali. Tað svarar til ein vøkstur á góð 80% samanborið við 2020.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo