Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sum formaður í Trivnaðarnevndini børn & ung eru nógv viðurskifti eftir at taka hond um og arbeiða víðari við, men samstundis er tað hugaligt, nú vit nærkast ársenda, at hyggja aftur á tað, vit náddu í ár.

Tá hesar reglur verða skrivaðar, eru fáir dagar til jóla, og skjótt verður árið 2023 søga. Slíkar løtur geva høvi til at hyggja aftur á tað farna, samstundis sum vit líta frameftir og seta út í kortið inn í 2024, sum verður seinasta árið í hesi býráðssetuni, tí longu í november komandi ár verður býráðsval, og eitt nýtt býráð skal mannast fyri setuna 2025-2028.

Fleiri átøk framd á dagstovnaøkinum
Ein sentral og sera týðandi tænasta hjá Klaksvíkar kommunu er tilboðið, sum dagstovnaøkið veitir barnafamiljunum. Sum trivnaðarnevndarformaður børn & ung leggi eg sjálvur stóra orku í at røkja og menna hesa tænastu, har tørvur er á fleiri dagføringum.

Í skjótt farna árinum eru fleiri átøk framd, og onnur eru ávegis.

Áhaldandi nýbyggingar varðveita ansingartrygd
Eitt av raðfestu málunum hjá Klaksvíkar kommunu innan dagstovnaøkið er at veita øllum barnafamiljum ansingartrygd.
Hetta er nakað, ið eg sum trivnaðarnevndarformaður havi raðfest høgt, og hetta er orsøkin til, at vit higartil í hesum býráðsvalskeiðnum hava bygt tveir nýggjar dagstovnabygningar – Baldursbrá á Norðoyri og Útibarnagarðurin Fjallafípan.

Samstundis verður arbeitt víðari við at fyrireika framhaldandi nýbyggingar, har tann fyrsta, sum liggur í kortunum, verður útbygging av Baldursbrá við einum bygningi afturat.

Arbeiða við ítøkiligum góðskmenningarátøkum
Sum nevndarformaður ynski eg støðugt at seta fokus á góðskuna á dagstovnaøkinum. Í hesum sambandi setti Trivnaðarnevndin børn & ung ein arbeiðsbólk við umboðum fyri dagstovnaøkið at lýsa og koma við tilmæli um møguleikar fyri at uppraðfesta dagstovnaøkið.

Í juni 2023 mælti arbeiðsbólkurin til, at: (1) Lækka barnatalið í vøggustovunum, (2) Dagføra fysisku karmarnar, (3) Uppraðfesta útiøkið á stovnunum, (4) Eyka árligan ráðleggingardag, mentorskipan og átak fyri nýútbúnum námsfrøðingum, og (5) Víðka Námsfrøðiligu Ráðgevingina (NR) hjá Klaksvíkar kommunu.

Nøkur av hesum tilmælum eru sett í verk, og arbeitt verður við øðrum – alt við tí endamáli, at dagstovnaøkið í Klaksvíkar kommunu veita ta best møguligu tænastuna til allar barna-familjur í kommununi.

Fjallafípan nýggjan bygning og útiøki
Væl umtókti útibarnagarðurin Fjallafípan hýsir elsta árganginum áðrenn 1. skúlaflokk og er staðsettur í sera góðum umhvørvi beint við viðarlundina úti í Grøv.

Vit eru í tí hepnu støðu, at íbúgvaratalið í kommununi økist støðugt, og eisini er onkur árgangur serliga stórur. Bæði av hesi orsøk, og tí elsti parturin ikki longur var í nøktandi standi, var tørvur á at víðka hølisumstøðurnar í Fjallafípuni. Við hesum hevur Fjallafípan pláss til umleið 105 børn, og á henda hátt verður framhaldandi pláss til allan elsta árgangin áðrenn skúlabyrjan.

Sum formaður í trivnaðarnevndini børn & ung fegnist eg um, at henda neyðuga víðkan og nýgerð av Fjallafípuni nú er og verður framd, og ikki minst er tað umráðandi, at henda útbygging er gjørd í tøttum og góðum samstarvi við leiðslu og starvsfólk á økinum.

Betri umstøður hjá dagrøktarskipanini
Í 2023 eru eisini nøkur átøk framd Klaksvíkar kommunalu dagrøkt, sum fevnir um umleið 45 børn, 17 dagrøktarar, eina felags spælistovu og eina atknýtta vøggustovueind við 10 børnum.

Í farna ári eru umstøðurnar í og kring spælistovuna bøttar, eitt nú við tryggum útiumstøðum til barnavognar, ábøtur á bygningin v.m.

Nýggjur dagstovnur á Húsum á Kalsoynni
Eitt av nýggjastu átøkunum er eitt nýtt dagstovnatilboð á Húsum. Barnatalið á Kalsoynni stendur í vøkstri, og í løtuni eru 9 børn í aldrinum 0 til 9 á í oynni. Tvey børn eru fødd í ár, og tí hevur kommunan í eina tíð arbeitt við einari loysn, soleiðis at øll børnini kunnu fáa ein tilboð í oynni.

Avgerð er tikin um, at bygdarhúsið á Húsum, sum í løtuni verður umvælt til endamálið, skal hýsa nýggja dagstovnatilboðnum. Hølini verða innrættaði soleiðis, at bygdarhúsið bæði kann rúma dagstovnatilboðnum og samstundis nýtast til annað virksemi hjá bygdafelagnum.

Tað er bygdafelagið, sum stendur fyri umvælingini og kommunan leigar síðan hølini.

Ljóðtálming á dagstovnunum
Eitt átak, sum arbeitt hevur verið miðvíst við seinastu tíðina, er at ljóðbjálva vøggustovur og barnagarðsstovur á dagstovnunum, soleiðis at ljóðið í stovunum verður tálmað og harvið geva betri fortreytir fyri góðum trivnað.

Arbeiðið er komið væl áleiðis, og nú vantar at gera hetta arbeiðið á tveimum dagstovnum og á onkrari einstakari stovu.

Íløgujáttan í 2024 til dagføring av útiøkjum
Sum avvarðandi nevndarformaður fegnist eg um, at tað er eydnast okkum at fáa til vega eina íløgujáttan í fíggjarætlan býráðsins fyri 2024 á 1,5 mió. kr. til útiøki hjá dagstovnum.

Ein ógvuliga tiltrongd játtan, sum fer at koma væl við á hesum týðandi øki.

Ferðslutrygdarátøk og útiøki á Skúlatrøð
Eitt annað, sera týðandi og sentralt øki, har kommunan varðar av fleiri pørtum, er fólkaskúlin, sum bæði liggur í hjartanum av býnum, og er eitt hjartamál hjá okkum øllum.

Á Skúlatrøð verður í løtuni arbeitt miðvíst við at dagføra og gera nýggj útiøki, sum bæði fara at gagna næmingum skúlans og eisini fara at ríka býarrúmið við nýggjum møguleikum hjá familjum og børnum í frítíðini.

Sum borgarar hava gjørt staðiliga vart við, so er ferðslutrygdin við Skúlatrøð ikki nøktandi, og verður eisini arbeitt við at skipa og gera ferðsluna tryggari við ymiskum átøkum.

Ljóðbjálving av Valskúlanum
“Valskúlin” er okkara væl umtókta 10. floks skúlatilboð, sum heldur til egnum hølum í tí sera væl egnaða bygninginum við Garðavegin, ið áður hevur hýst m.a. Klaksvíkar Sjómansskúla og Klaksvíkar Bókasavni.

Bygningurin er í trimum hæddum við m.a. fyrstafloks køksumstøðum, kantinu og felagshøli, sum bjóða næmingunum góðar umstøður til eitt meir “vaksið” umhvørvi, enn skúlin annars bjóðar.

Eitt ljóðbjálvingararbeiði verður gjørt tvørtur um ársskiftið – hetta fyri at geva næmingum og lærarum eitt betri umhvørvi til trivnað og læring.

Aðrar størri og smærri ábøtur verða eisini støðugt gjørdar á Skúlatrøð til tess at viðlíkahalda umstøðurnar og skapa fortreytir fyri trivnaði, læring og menning.

Matarskipan styrkir trivnað og læring
Matarskipanin á Skúlatrøð er tann fyrsta av sínum slag í landinum, ið fevnir um at veita heilsugóðar og vælsmakkandi millummálar til allar næmingar á Skúlatrøð. Við tíðini fer skipanin at verða víðkað til eitt tilboð um matpakka til allar næmingar.

Endamálið er at geva børnum og ungum orku og megi í gerandisdegnum, og soleiðis stuðla undir, at næmingarnir kunnu hugsavna seg, hava orku og yvirskot til ein skúladag við nógvum ymiskum avbjóðingum og soleiðis vera vit við til at fremja trivnaðin og innlæringina.

Gigni nýggj hølir – á Skúlatrøð
Eg fegnist um, at tað er eydnast at útvega Gigni nýggj og góð hølir inni í skúlanum tætt at næmingunum og starvsfólkunum her á Skúlatrøð.

Skúlaheilsufrøðingarnir hava faktiskt ongantíð havt hølir tætt at næmingunum inni í skúlanum, og hetta var tí eitt av málunum, sum eg setti mær fyri at fáa framt sum formaður í trivnaðarnevndini børn & ung, ið varðar av hesum økinum vegna býráðið.

Í sambandi við hesa flytingina løgdu vit eisini dent á, at heilsufrøðingarnir hjá Gigni fingu hølir saman við skúla-sálarfrøðinginum á Skúlatrøð, sum í løtuni er ein undangongu royndarverkætlan hjá Undirvísingarstýrinum saman við Skúlatrøð.

Húsið í eina lon – mitt í býnum
Eitt annað mál, sum vit rukku í farandi árinum, var at savna Virkishúsið fyri Ung, ella “Húsið”, aftur undir eitt og sama tak.

Tað gevur rakstrarligar fyrimunir, at alt virksemið hjá Húsinum savnað, men harafturat er tað eydnast at fáa eina sentrala staðseting í Atlantis mitt í býnum, haðani tað er skjót atkoma til bæði skúla, ítrótt og frítíðarvirksemi annars.

Her kann leggjast afturat, at býráðið í samtyktu fíggjarætlanini fyri 2024 eisini hevur játtað pening til at seta Ung í Arbeiði í verk aftur.

Nógv eftir at náa – vit halda fram
Samstundis sum vit gleðast um tey mál, bæði stór og smá, sum eru rokkin í tí farandi árinum, so er tó eingin ivi um, at nógv er eftir at gera og bøta um í tí nýggja árinum, sum vit stíga inní um fáar dagar.

Av ítøkiligum avsetingum í júst samtyktu fíggjarætlanini fyri 2024, kunnu nevnast, at 1,5 mió. kr. eru játtaðar til útiøki barnagarðar, 1 mió. kr. er játtað til at byrja høvuðsumvæling av Gregoriusen bygninginum, sum samstundis er byrjanin til at fyrireika 2. og 3. byggistig á Skúlatrøð, og síðan eru 500.000 kr. játtaðar til liðugtgerð av Útiøki á Skúlatrøð.

Nógv onnur mál kundu verðið nevnd – summi meir áleikandi enn onnur – men eg fari í hesum umfari at enda her.

Persónliga síggi eg tað sum ein stóran framíhjárætt at fáa tað stóra álit frá veljarunum at vera partur av Klaksvíkar býráð – ein uppgáva og ábyrgd, sum eg taki á meg í fullum álvara og fúsum hjarta.

Klaksvíkar kommuna er ein góð og spennandi kommuna við ríkum møguleikum at mennast, og vón mín er, at tað skal eydnast okkum í felag at halda fram at menna heimstað okkara og gera hann enn betri Havi at búgva, mennast og virka í.

Við hesum vil eg ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.
 
Klaksvík, 22. desember 2023
 
Eyðstein Ólason Poulsen
Býráðslimur og trivnaðarnevndarformaður børn & ung

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo