- Russland forðar fyri, at Ukraina fær útflutt 22 milliónir tons av korni, og avleiðingin verður hungursneyð í nógvum londum, sum vanliga keypa korn úr Ukraina.
Tað segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky í dagligu videotalu síni í nátt.
Talan er um helvtina av øllum útflutninginum hjá Ukraina, sum soleiðis er strandað í risastórum korngoymslum ymsastaðni í landinum.
Ukraina er stórframleiðari av korni, og fleiri av heimsins fátakastu londum keypa vanliga korn frá Ukraina.
- Í juli fáa tit at síggja neyðina, tí tá eru goymslurnar uppi hjá teimum, sum vit vanliga útflyta til, segði forsetin millum annað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo