40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Gamla turkihúsið skal takast burtur og íbúðir byggjast ístaðin.

Gamla turkihúsið skal takast burtur og íbúðir byggjast ístaðin.

Gongst sum ætlað fara ímillum 20 og 30 leiguíbúðir at vera tøkar í Vestmanna - tær fyrstu longu á sumri næsta ár.

VP frættir, at kommunan hevur skrivað undir ætlanarskriv við privata fyritøku, sum fer at byggja onkustaðni ímillum 15 og 25 íbúðir úti á Bakka - har sum gamla turkihúsið í dag stendur. Harumframt eru Bústaðir í holtur við eina verkætlan, har aðrar 7 íbúðir verða gjørdar har sum gamla kommunuskrivstovan áður var, miðskeiðis í bygdini. Tær skulu vera lidnar um eitt ár ella so.

Kommunan hevur lýst eftir verkætlan, har treytin var, at gamla turkihúsið varð tikið burtur, og økið síðani brúkt til eitthvørt frameftirlítandi endamál. Og tað er hetta, sum fyribils avtala nú er gjørd um.

Málið kemur sum skilst fyri á næsta bygdarráðsfundi, sum sambært skránni verður 27. oktober.

Gamla turkihúsið skal takast burtur og íbúðir byggjast ístaðin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo