40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fólkaheilsuráðið: Roykingin er í støðugari minking. Seinastu kanningarnar hjá Fólkaheilsuráðnum vísa, at 17% av teimum vaksnu føroyingunum roykja dagliga. Hetta var fyri 20 árum síðan meira enn dupult so nógv, sum tað er nú, tá vit lógu á 39 prosentum.

ESPAD-kanningin frá 2019 vísti, at tey 15 ára gomlu liggja nú niðan fyri 7% í dagligari royking, samanborið við fyri 10 árum síðan, har tað vóru tríggjar ferðir so mong, nevniliga 20% av teim 15 ára gomlu. Tað verða kanska hesi, sum fara at vísa teimum vaksnu vegin til tað roykfría lívið – hvør veit?

Í mai søgdu vit frá, at 80% av teimum, sum roykja – ynskja at leggja av. Kanningar vísa, at ein helmingur av teimum, sum melda til sms-skipanina - vinna á roykingini. Hagtøl siga eisini, at fyri hvørja ferð, tú hevur roynt at leggja av, uttan at tað hevur eydnast, eru sannlíkindini fyri, at tað ber til næstu ferð, størri enn frammanundan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo