40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Rættarnevndin: Álit í løgtingsmáli nr. 77/2020: Uppskot til samtyktar um barnaváttanir

Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður, hevur lagt málið fram 27. januar 2021, og eftir 1. viðgerð 18. februar 2021 er tað beint Rættarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 25. februar, 10. og 17. mars og 7. apríl 2021.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Ítróttasamband Føroya, Fótbóltssamband Føroya, Føroya Ungdómsráð, Pedagogfelagið, Kommunufelagið, Barnaverndarstovu Føroya, KRIS, Føroya Lærarafelag, landsstýrismannin í almannamálum saman við umboðum fyri Heildarætlanina fyri kynsligan ágang og landsstýrismannin í uttanríkis- og mentamálum.

Endamálið við uppskotinum er at heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot um at seta í verk skipan við barnaváttanum, soleiðis at tað verður lógarkravt at krevja barnaváttan frá øllum, sum arbeiða við børnum undir 15 ár.

Ein barnaváttan er ein víðkað revsiváttan, har upplýst verður, um viðkomandi persónur er dømdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á børn.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Christian Andreasen, Frimodt Rasmussen, Erhard Joensen og Steffan Klein Poulsen) hevur hesar viðmerkingar:

Kynsligur ágangur móti børnum er ein stórur samfelagsligur trupulleiki. Seinastu 5 árini hevur løgreglan fingið tilsamans 268 fráboðanir um kynslig brotsverk, sum svarar til í meðal 53 fráboðanir um árið. 63 av hesum fráboðanunum vóru um kynslig brotsverk móti børnum undir 18 ár. Við í tølunum eru ikki mál um blúnisbrot móti børnum.

Hagtøl viðvíkjandi viðgerð av vaksnum fyri seinárin av kynsligari misnýtslu vísa, at síðani ársskiftið 2016/2017 hava tilsamans 180 persónar fingið játtað viðgerð frá sálarfrøðingi. Í løtuni fáa 26 einstaklingar viðgerð fyri seinárin av kynsligum ágangi. Hagtøl frá KRIS vísa eisini, at kynslig misnýtsla er ein stórur trupulleiki. Talið á av teimum, sum venda sær til felagsskapin, hevur verið vaksandi seinastu árini. Í 2019 fekk felagsskapurin 217 áheitanir, og í fjør vendu 156 persónar sær til felagsskapin.

Meirilutin metir, at ein skipan við barnaváttanum í ávísan mun kann verða við til at verja børn og ung móti kynsligari misnýtslu, men henda skipanin kann ikki standa einsamøll, tí skipanin við barnaváttanum umfatar bert teir persónar, sum eru dømdir fyri kynslig brotsverk.

Neyðugt er at gera eina heildarætlan á hesum øki, sum krevur samstarv millum myndugleikar, sum varða av børnum og ungum. Almannamálaráðið hevur gjørt eina heildarætlan við 8 átøkum, harav fleiri longu eru sett í verk. Sálarfrøðilig viðgerð fyri seinárin av kynsligum ágangi er eitt av átøkunum.

Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur upplýst fyri nevndini, at arbeitt verður við einum uppskoti til løgtinglóg um barnaváttanir. Uppskotið hevur við sær, at persónar, sum skulu arbeiða við børnum undir 15 ár, skulu leggja fram eina barnaváttan.

Verða fólk dømd fyri kynslig brotsverk verður eisini heimild fyri at ógilda setanina av viðkomandi persóni. Meirilutin tekur undir við teimum ætlanum, sum landsstýrismaðurin arbeiðir við á hesum øki.

Meðan viðgerðin av hesum málinum er farin fram, er kunngerðin um skráseting av brotsverkum í kriminalskránni sett í gildi í Føroyum, soleiðis at tað nú eisini er gjørligt at samtykkja reglur um barnaváttanir í Føroyum.

Tá landsstýrismaðurin ætlar at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið eftir ólavsøku, metir meirilutin tað ikki vera neyðugt at samtykkja hetta uppskotið og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Sirið Stenberg, Ingilín D. Strøm og Hervør Pálsdóttir) vísir á, at øll átøk, ið kunnu gerast fyri at verja børn móti ágangi eiga, at verða sett í verk, og nú reglurnar um skráseting av brotsverkum í Føroyum eru settar í gildi, er eingin forðing longur fyri at lóggeva um barnaváttanir.

Innan ítróttina hevur seinastu mongu árini verið tosað um munagóð tiltøk á økinum.

Limaskapur í altjóða fótbóltssamgongum hevur eisini havt við sær, at Fótbóltssambandið hevur sett í verk eina skipan, sum líkist teirri við barnaváttanum.

Í verki er tað skipað soleiðis, at venjarin, sum skal setast í starv, biður um revsiváttanina frá myndugleikunum og letur síðani felagnum hana.

Aðrir ungdómsfelagsskapir eru eisini virknir á hesum øki, og gongd er sett á at framleiða tilfar um, hvussu kynsligur ágangur kann uppdagast, og leiðreglur fyri handfaring av møguligum málum.

Hetta fegnast minnilutin um og vísir á, at slíkt tilfar hevði stuðlað væl undir eitt uppskot um barnaváttanir, sum saman kunnu virka fyribyrgjandi og vegleiðandi.

Ein skipan við barnaváttanum kann eisini í ávísan mun forða fyri óhepnum avleiðingum í sambandi við setanir innan øki, har tørvurin á starvsfólkum er sera stórur, og tað av teirri orsøk má slakast upp á førleikakrøvini.

Hetta loysir tó ikki trupulleikan við starvsfólkatrotinum.

Tað snýr seg um at verja okkara børn so væl sum yvirhøvur gjørligt móti kynsligum brotsverkum og ágangi. Við hesum viðmerkingum tekur minnilutin undir við málinum, og mælir staðiliga Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo