Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: Viðurkenning snýr seg ikki um at pakka hvørki børn ella vaksin inn í vatt, men um at skapa eitt gott grundarlag fyri at klára avbjóðingar, og um ikki minst um, at vit læra av teimum støðum, har okkurt eydnast.

Við viðurkenning vísa vit, hvat vit virðismeta. Og vit tosa ikki um, at vit skulu rósa hvørjum øðrum í fleng, men um at vísa veg.

Mentalisering
Tá vit tosa um mentalisering, hava vit fatur á báðum endunum í relatiónini, tað snýr seg um at skilja bæði hin og seg sjálva/sjálvan.

Mentalisering snýr seg um at skapa meining saman. Tá vit megna at skilja tankar, kenslur og intentiónir - bæði okkara egnu og hjá øðrum - verður lættari at tillaga seg í samspælinum og at vera spælandi, lærandi og skapandi saman. Alt nakað, sum er veruliga avgerandi fyri okkara heilsu og lívsgóðsku.

Kom og lær meira um viðurkenning og mentalisering á skeiðinum 29. februar.

Tekna teg til skeiðið á www.synergi.fo. Kostnaður einans 940,- kr. + mvg íroknað frálæru og kost.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo