Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mentan

Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur gjørt av at lata Eivør Pálsdóttir størstu einstøku starvslønina í ár.

Eivør Pálsdóttir fær starvsløn í 3 ár.

Atli Kárason Petersen, tónaskald, fær starvsløn í eitt ár

Nógv onnur nøvn eru á listanum, sum sæst fullfíggjaður í aðrari grein her á VP, men skal onkur takast burturúr, sum kanska "leypur í eyguni" á onkrum, kunnu nevnast Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, rithøvundur, sum hevur fingið starvsløn í 6 mánaðir. Arnbjørn er maður Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í Mentamálum.  

Eisini sæst, at Gunnvør Balle, fyrrverandi løgtingsfólk, hevur fingið starvsløn í tveir mánaðir, eins og Beinta Løwe Jacobsen, sum dagliga starvast sum journalistur í Kringvarpinum.

Tilsamans 126 mánaðarlønir fyri góðar 3,3 milliónir eru latnar til listaligt og mentanarligt arbeiði.  

Tilsamans vóru 107 umsøkjarar, ið søktu um starvsløn fyri slakar 30 milliónir krónur.  Av teimum vóru 33 umsóknir játtaðar.

Íverksetanarstudningur varð latin 2 umsøkjarum – kr. 150.000 tilsamans. Umsøkjararnir vóru 8 í tali.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo