Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Christmas Child Føroyar: Fyri nøkrum døgum síðani fóru 3438 skógvaeskjur fyltar við kærleika og góðum gávum við skipi hjá Faroeship av landinum til Onglands. Í ár fara eskjurnar víðari til krígsherjaða Ukraina. Vit biðja eftir, at børnini í Ukraina fáa gleði av eskjunum og merkja, at umheimurin hugsar um tey og ta truplu støðu, ið tey eru í.

Umframt eskjurnar, ið fóru vit skipi av landinum, eru eisini 219 keyptar á netinum av føroyingum, so samanlagt hava føroyingar higartil givið 3657 eskjur í 2023.

Nevndin í Christmas Child Føroyar takkar hjartaliga fyri hvørja einstaka eskju. Harafturat takka vit eisini hjartaliga fyri vælvild og hjálp frá fleiri fyritøkum og persónum í landinum.

Hóast freistin at lata eskjur inn í Føroyum, so ber til heilt fram til jólar at keypa eskjur á netinum:

https://www.christmaschild.fo/tilfar/keyp-online

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo