40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna hevur tríggjar óvirknar grunnar, sum nú verða tiknir av. Grunnfæið fer til Kvinnuhúsið.

Talan er um hesar grunnarnar:

• Konsul Joahannes Hansen og hustru Betsy Eling Adelaide Hansens legat
• Else Bergithe Petersens legat
• Det Restoffske legat

Felags fyri nevndu grunnar er, at bert rentur í grunnunum kunnu verða útlutaðar til legatararnar. Legatupphæddirnar eru í førum kr. 50,00 um árið. Felags er, at tað er útlutan til “værdige trængende kvinder”.

Hildið verður, at tíðin er farin frá hesum grunnum, tí grunnfæið er ikki rentuberandi, og sostatt er einki at útluta. Harumframt er støddin á grunnfænum avmarkað, og loksins krevst fyrisiting til grunnarnar.

Heimild er at fáa upployst slíkar grunnar við loyvi frá grunnamyndugleikanum Føroya Landsstýri. Kommunan fer nú at søkja Føroya Landsstýri um, at nevndu grunnar verða upploystir. Tá ið grunnarnir eru upploystir, kann samlaða grunnfæið latast grunni við sosialum endamáli, soleiðis at endamálið hjá áðurnevndu grunnum á tann hátt verður uppfylt.

Samlað eru 350.000 krónur í grunnunum, og ætlandi verður peningurin latin Byggigrunninum hjá Kvinnuhúsinum í Havn.

Málið kemur fyri á býráðsfundi 24. septembur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo