Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-046/2023 frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, settur landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um lønarhæddaravgjald.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu er býtið í inntøkum av lønarhæddaravgjaldi millum ávikavist heilsurøkt, tryggingarvirksemi og bankavirksemi?

2. Hvørjar tankar ger landsstýriskvinnansær um, at lønarhæddaravgjald verður goldið av læknavirksemi, tannlækna- og øðrum dentalvirksemi, kiropraktikk, fysioterapi og aðrari veruligari heilsurøkt?

3. Hvørjar tankar ger landsstýriskvinnan sær um, at lønarhæddaravgjaldið fyri fíggjarvirksemi áður hevur verið hækkað, millum annað, tá útreiðslurnar av rentustuðli hjá landinum hava hækkað?

Svar:
Til nr. 1
Samlaðu inntøkurnar frá lønarhæddaravgjaldinum hava síðstu árini verið 41-42 mió. kr. um árið.

Til ber ikki at býta inntøkurnar neyvt sundur millum heilsurøkt, tryggingarvirksemi og bankavirksemi.

Meginparturin verður rindaður av bankavirksemi (80-85% av tilsamans), meðan ein lítil partur verður rindaður av tryggingarvirksemi (10-15% av tilsamans) og bara ein lítil brotpartur verður rindaður av bólkinum heilsurøkt (upp til um 5% av tilsamans). Mett verður, at bólkurin heilsurøkt rindar í mesta lagi um 1-2 mió. kr. um árið.

Í almennu ársfrásøgnunum hjá Betri Trygging P/F og Betri Pensjón P/F fyri 2022 verður til dømis sagt, at tey bæði feløgini rindaðu ávikavist um 5 mió. kr. og um 500 tús. kr. í lønarhæddaravgjaldi í 2022.

Til nr. 2
Lønarhæddaravgjaldið var upprunaliga ætlað sum kompensatión fyri, at avgjaldsskyldugu fyritøkurnar ikki rinda meirvirðisgjald. Fyri at hetta ikki skuldi vera teimum til ov stóran fyrimun, varð í staðin álagt hesum fyritøkum at rinda lønarhæddaravgjald.

Eg haldi tað vera ivasamt, um lønarhæddaravgjaldið er ein skynsamur háttur fyri samfelagið at leggja skatt á banka- og tryggingarvirksemi og á heilsurøktartænastur. Flestu lond nýta aðrar skattaskipanir og annað grundarlag í sambandi við skatting av hesum vinnum. Tó er í Danmark skipan líknandi føroyska lønarhæddaravgjaldinum. Í løtuni er avbjóðingin hjá landskassanum, at landið kann ikki strika hesa skipanina uttan at seta aðrar inntøkur í staðin.

Til nr. 3
Eg haldi tað vera skeivt at knýta lønarhæddaravgjaldið til útreiðslurnar av rentustuðlinum hjá landinum. Lønarhæddaravgjaldið hevur einki samband við útreiðslurnar av rentustuðlinum hjá landinum.

Lønarhæddaravgjaldið er knýtt at rindaðu lønunum í fyritøkunum, sum talan er um.

Útreiðslurnar av rentustuðlinum hjá landinum eru hinvegin knýttar at rentustøðinum, sum fyri stóran part verður ásett á altjóða fíggjarmarknaðinum og av miðbankum í Evropa og USA.

Tinganes, 28. november 2023
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo