40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Henda dag í 1536 reið tann danski kongurin Christian Triðji inn í Kjøpinhavn og gjørdi av, at eisini tann treiski høvuðsstaðurin skuldi taka við Reformatiónini ella tí protestantisku trúnni.

Danmark bleiv soleiðis eitt lutherskt-reformerað land.

Tað var ikki gingið stillisliga fyri seg.

Í nógv ár høvdu menn debatterað, intrigerað og skeldast um Luthersku trúnna, og tað síðsta árið bleiv reelt religiónskríggj.

Líka síðani 1534 høvdu katólskir uppreisnarmenn í Norður-Jyllandi og Kjøpinhavn barst harðliga ímóti tí "nýggju" trúnni.

Tað bleiv eitt sera blóðigt religiøst danskt borgarakríggj , sum fekk navnið "Grevens fejde", tí tann stálsetti greivin, Rantzau endaði stríðið við harðari hond og beindi fyri allari mótstøðu, serliga í Jyllandi.

Tann "katólski" rebellurin, sum skipaði fyri bónda-uppreisnini í Norðurjyllandi bleiv kallaður "skipper Clement". Hann var bæði skipari og dugnaligur handislmaður í Aalborg.

"Skiparin" verður framvegis fagnaður sum hetja í Norður-jyllandi.

Hann og serliga kjøpinhavnarar vildu hava tann útlagna Christian Annan aftur á ta donsku trónuna.

Men teir taptu og tann protestantiski Christian Triðji vann!

Principielt kundu vit so eisini sagt, at føroyingar blíva lutheranarar tann 6. august 1536, men so einfalt er tað nokk ikki.

Fyri tað fyrsta sat tann síðsti katólski bispurin í Føroyum líka til 1540, tá ið hann bleiv avloystur av tí kenda Jens Gregersen Riber.

Endiliga lýsir og kunnger Christian III ikki ta protestantisku trúnna at galda í Danmark, Norra, Íslandi og Føroyum fyrr enn í 1537.

Katólskir siðir og trúgv vóru rættiliga dominerandi millum føroyingar eitt langt skeið eftir Reformatiónina.

Sama lagið var í nógvum útjaðarum í Danmark og Norra, sjálvt um bispar og prestar dúgliga royndu at beina fyri flestøllum katólskum leivdum.

Kanska vinna danskt/føroyskir protestantar gull í morgin móti fronskum katolikkum!

Virgar Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo