Í gjár vóru 486 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Øll tey smittaðu hava fingið boð.
2.187 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið. Sostatt var positivprosentið gott og væl 22.
Í løtuni eru 4.759 smittað við korona, fýra eru innløgd við korona, eingin innlagdur vegna korona, og 18 eru deyð við korona í Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo