Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tórshavnar Big Band: Nýggjasta heildarútgávan hjá Tórshavnar Big Bandi við heitinum Gull er nú tøk á øllum stroymingarpallum.

Útgávan er 50 ára fagnaðarútgáva hjá Tórshavnar Big Bandi.

Hetta er onnur útgávan hjá Tórshavnar Big Bandi, tann fyrra kom út í 2011 undir heitinum Úr Sangskattinum.

Verkini sum eru á hesi útgávu eru úrtslit av kapping sum Tórshavnar Big Band skipaði fyri í 2020.

At heiti á útgávuni er Gull kemst av at Tórshavnar Big Band í 2022 kundi hátíðarhalda at tað vóru 50 ár síðani orkestrið bleiv sett á stovn.

Lag, tónasmiðir og høvundar eru :                              
Tornarunnir tankar: Orð: Dania O. Tausen Lag: Magnus Johannessn
Burtur: Orð: Kinna Poulsen Lag: Herluf Lutzen
Nýggja árið: Orð og lag: Rógvi a Rógvi
Sólsetur: Orð: J. H. O. Djurhuus Lag: Páll Sólstein Útseting: Andras S. Olsen
Har einki er: Orð: Hans Jacob Kollslíð Lag: Heðin Z. Davidsen
Skutarin: Orð: Marita B. Atladóttir Lag: Atli K. Petersen
Vælkomin heim: Orð: Martin Joensen Lag: Ólavur Ey. Gaard
Buksurnar á: Orð: Dania O. Tausen/Eyðfinn Lamhauge Lag: Magnus Johannessen
Upptøkur, framleiðslu og mastring tók Finnur Hansen sær av.
Upptøkurnar vóru gjørdar í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla

SØGAN HJÁ TÓRSHAVNAR BIG BANDI
Tórshavnar Big Band sá dagsins ljós í árinum 1972 sum tað fyrsta big bandið í Føroyum nakrantíð. Saxofonleikarin og tónleikalærarin Brandur Øssursson setti orkestrið á stovn. Brandur Øssurson var ein sera aktivur partur á føroyska tónleikapallinum í mong ár. M.a. í Havnar Jazzfelag, ið var virkið frá 1975 til 1983 og aðrastaðni. Hann var eisini stigtakari til Tórshavnar Jazz-, Fólka- og Blues Festival, ið var hildin fyrstu ferð í 1984. Festivalurin bleiv á mangan hátt ein mentanarstovnur í Føroyum, sum frá 2004 gjørdist ein liður í árliga tiltakinum Summartónar.

Tórshavnar Big Band var í fleiri ár húsorkestur í V4 sendingunum, ið m.a. vórðu sendar beinleiðis úr auluni á Føroya Læraraskúla í 70’unum.

Tá Skansastova í 1988 varð tikin í nýslu sum undirvísingarstað í rútmiskum tónleiki hjá Tórshavnar Musikkskúla, bleiv Skansastova av sær sjálvum nýggi heimstaðurin hjá Tórshavnar Big Bandi.

Tey árini, ið Tórshavnar Jazz, Fólka- og Blues Festival var til (1984-2003), gjørdist orkestrið sera virkið, oftast við egnari skrá ella sum húsorkestur, tá útlendskir solistar komu til festivalin. Hesin festivalur gjørdist karmur um nógv stór big band átøk, og Tórshavnar Big Band var ofta partur av skránni.

Nakrir av solistunum og dirigentunum, ið hava vitjað Tórshavnar Big Band eru: Dirch Passer, Tor Ytredal, Jens Klyver, Eero Koivistoinen, Jesper Thilo, Butch Lacy, Bjarne Tanning , John Højbye o.fl.
Tórshavnar Big Band hevur gjøgnum árini virkað undir fleiri nøvnum sum t.d : Tórshavnar Stór Band, Jazzarnir, Tor Ytredal Big Band, Jaspis, Stórbandittarnir og Skansa Big Bandið.

Síðani 2009 hevur orkestrið virkað undir navninum Tórshavnar Big Band. Hetta sama ár fylti Tórshavnar Kommuna 100 ár sum fólkavald kommuna og tað var tað í hesum sambandi at Tórshavnar Kommuna keypti Magnus Johannesen til at útseta 10 havnaløg til Tórshavnar Big Band og komu øll hesi løg út á fløgu 2 ár aftaná í 2011. Síðani 2016 hevur orkestrið havt regluligt virksemi við tveimum til trimum verkætlanum árliga.

Næsta verkætlan hjá Tórshavnar Big  Band er at framføra eina heila konsert við tónleiki og útsetingum hjá Count Basie. Konsertin verður 18 oktober í Løkshøll.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo