40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Skógvaeskjur við jólagávum í pakkhúsinum í gjár, klárar til avskipingar. (mynd Anfinnur Garðalíð)

Skógvaeskjur við jólagávum í pakkhúsinum í gjár, klárar til avskipingar. (mynd Anfinnur Garðalíð)

Talan er um heimsins størsta jólatiltak fyri børn, sigur felagsskapurin aftanfyri tiltakið Christmas Child.

Hvørt ár verða 7-8 milliónir skógvaeskjur við jólagávum í latnar børnum í 130 londum.

Seinasta freist at lata inn var 25. oktober, og nú tey hava talt upp kunnu tey staðfesta at ikki færri enn 5017 skjógvaeskjur komu inn.

- Tað eru mong fólk kring oyggjarnar, í kirkjum, samkomum, í skúlum, barnagørðum og dagtilhaldum sum halda gongd í hesum tiltaki ár um ár, siga tey á heimasíðuni.

Gávurnar úr Føroyum fara aftur í ár til Rumenia.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo