40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: - Lutirnir og søgurnar, sum gestirnir síggja á framsýningini, staðfesta, at talan ikki bara er um 75 ár, síðani veraldarbardagin endaði, men at lívið og sinnalagið í Havnini og í øllum Føroyum broyttist undir krígnum, og at vit bóru minnini og hendingarnar í Norðuratlantshavi við okkum víðari á leiðini.

Soleiðis segði Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs, tá ið framsýningin Havnin undir krígnum lat upp fyri tveimum vikum síðani.

Higartil hava 529 fólk sæð framsýningina, sum er opin allar dagar í viku frá kl.11-17.

Á framsýningini er nógv áhugavert at síggja. Hernaðarútgerð, kjólar, atgongumerki til dans, móta- og seymibløð, føroysk tíðarrit og nógv, nógv annað.

Vaksin rinda 50 krónur og børn 0-16 sleppa inn ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo