40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: 1. mars búðu knappliga 53.800 fólk í Føroyum. Tað er 730 fleiri í mun til somu tíð í fjør. Tað svarar til ein vøkstur á 1,4%. Hetta er nakað minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá fólkatalið vaks við 1,5%.

Fólkatalið fór at vaksa aftur fyri á leið átta árum síðani. Vøksturin setti met í 2019, tá yvir 900 fólk løgdust aftur at í einum 12-mánaðarskeiði. Síðani tá er vøksturin viknaður nakað, soleiðis at millum 700 og 800 fólk nú leggjast aftur at fyri hvørt 12-mánaðarskeið. Sostatt heldur fólkavøksturin fram, og 1. mars búðu 53.792 fólk í Føroyum. Trendurin í myndini niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum síðan 1985.

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 216 fólk og eini nettoflyting á 514 fólk. Í mun til undanfarna tíðarskeið er nettoflytingin størri, serliga av at tilflytingin vaks meiri enn fráflytingin. Burðaravlopið er væl minni enn í undanfarna tíðarskeiði. Minkingin kemur bæði av, at færri børn vórðu fødd seinasta árið, og at talið av deyðum seinastu mánaðirnar hevur verið hægri enn vanligt.

Sí fleiri tøl her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo