Hagstovan: Fólkatalið vaks við 591 persónum seinasta árið, og 1. juni búðu 54.503 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 1,1%, sum er nakað minni enn í undanfarna tíðarskeiði.
Síðani fólkavøksturin byrjaði fyri skjótt 10 árum síðani, er fólkatalið vaksið við 6.500 fólkum ella 14%. Seinastu tíðina hevur fólkavøksturin tó verið lakari enn undanfarnu árini. Burðaravlopið minkaði óvanliga nógv í byrjanini av 2022, og hóast minkingin lutvíst varð uppvigað av einum lítlum vøkstri í nettoflytingini, so minkaði tað um árliga fólkavøksturin. Seinastu mánaðarnar er burðaravlopið vaksið nakað aftur, samstundis sum nettoflytingin er minkað eitt sindur. Spakuligi vøksturin í fólkatalinum heldur tí fram.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo