Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Fólkatalið vaks við 609 persónum seinasta árið, og 1. juli búðu 54.601 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 1,1%, sum er nakað minni enn í undanfarna tíðarskeiði.

Síðani fólkavøksturin byrjaði fyri skjótt 10 árum síðani, er fólkatalið vaksið við 6.500 fólkum ella 14%. Gongdin í fólkavøkstrinum hevur verið ymisk í økjunum kring landið, og ferðin á fólkavøkstinum hevur verið ymisk frá ári til ár. Seinastu tíðina hevur fólkavøksturin verið lakari enn undanfarnu árini, og tað hómast aftur í myndini niðanfyri.

Størsti vøkstur í Eysturoyar øki seinastu 10 árini
Fólkatalið hevur í longri tíð verið javnt vaksandi, men stórur munur er á økjunum kring landið. Samanborið við 1. juli 2013 er fólkatalið vaksið í øllum økjum uttan Sandoyar- og Suðuroyar øki. Størsti vøksturin hevur verið í Suðurstreymoy og Eysturoy við 17-18%, síðani í Vágunum, Norðoyggjum og Norðstreymoy við 7-12%. So gott sum ongin broyting hevur verið í Sandoyar- og Suðuroyar øki. Prosentvísa gongdin síðan 2013 sæst í myndini niðanfyri.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo