40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Faroe Islands Handball Cup: Í august verður hondbóltskappingin Faroe Islands Handball Cup á fyrst sinni í Vági. Og nú tilmeldingarfreistin er farin eru tað teknað 59 lið til kappingina og tilsamans fleiri enn 500 børn og ung.

Karmarnir í Vági eru í topp. Spælt verður í Marghøllini og Vágs Høll. Fríløturnar fara vit millum annað at brúka saman í Páls Høll, Marghøllini og í miðbýnum í Vági, har stór telt verða sett upp og møguleikin verður at njóta løturnar saman við øllum hinum ungu, sum vitja í Vági í samband við hondbóltskappingina.

Fyrireikingarnar til kappingina eru komnar væl áleiðis og skráin fyri kappingina og fyri dagarnar í Vági verður tøk í næstum og frætta tilmeldaði liðini meiri um hetta tá.

Vit eru sera fegin um stóra áhugan fyri kappingini og gleða okkum til at taka ímóti leikarum, venjarum og øllum fjepparunum, sum koma til Vágs at heppa á teirra lið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo