Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið: Hesa ferð komu 12 nýggjar umsóknir inn til Fiskivinnuroyndir. Harafturat vóru 10 verkætlanir, sum áður høvdu fingið tilsøgn um framhald eftir 2023.

Stýrið fyri Fiskivinnuroyndir hevur viðgjørt umsóknirnar við støði í innkomna tilfarinum eins og endamálsorðingini í stevnuni fyri Fiskivinnuroyndir, sum er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.

Raðfest øki eru royndarveiða, góðska á ráfiski, virðisøking av fiski, burðardyggur fiskiskapur, búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni og førleikamenning í øllum liðum.

Við støði í, at fleiri umsóknir høvdu fingið játtan um framhaldandi stuðul í 2024, vóru einans tkr. 1.460 tøkar at játta nýggjum umsóknum í 2024.

Endaliga niðurstøðan varð, at stýrið mælti landsstýrismanninum til, at 6 nýggjar verkætlanir skulu stuðlast, og at tær 10, sum áður hava fingið tilsøgn um framhald, eisini verða stuðlaðar í 2024.

Tær 6 verkætlanirnar, sum hava fingið játtaðan stuðul, og tær 10, sum halda fram í 2024, eru vístar í talvunum niðanfyri.

Talva 1. Nýggjar verkætlanir, sum tilmæltar vórðu.

Heiti

Umsøkjari

Játtan

 

 

 

FarCod

Nátturuvísindadeildin

95

Makreltrol

P/F Netastovan

100

LSP / LSP 2

Delta Seafood

125

Ljós Reki

P/F JFK trol

740

Pilka høgguslokk

Barið Vágar

210

Samegna

Sp/f Nípan

190

 

Talva 2. Framhaldandi verkætlanir, sum tilmæltar vórðu.

Heiti

Umsøkjari

Játtan

 

 

 

Reyðsprøka og tunga

Havstovan

400

MSC góðkenning av fleiri fiskasløgum

FISF

450

Innvigingartøl til stovnsmetingar

FISF

194

Royktur uppsjóarfiskur uttanlands

Sjógæti

300

Stovnsgull

Fróðskaparsetur Føroya

300

Taskukrabbi

Biofar

228

Maskinskering av svartkjafti

Varðin Pelagic

300

Sjálvvirkandi ílegging í flakamaskinu

Petur Larsen

650

Smart-fisk. Orkuvinarligari fiskiskapur

Sjókovin

350

Støðan á Føroya Banka

Havstovan

40

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo