Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í løtuni liggja 6 uppskot um broytingar av byggisamtyktum til almenna hoyring í Tórshavnar kommunu. Talan er um øki við Villingardalsvegin, við Miðhorn, í Nólsoy, Millum Horna, á Karlamagnusarbreyt og við Sandá.

Tú sært øll uppskotini í fullum líki á síðuni »Hoyringar« her á heimasíðuni. Uppskotini liggja harafturat frammi í Snarskivuni.

Niðanfyri sært tú eitt yvirlit yvir broytingaruppskotini. Trýst á leinkini fyri at síggja uppskotini í fullum líki. Her finnur tú eisini freistirnar fyri at lata kommununi broytingaruppskot ella mótmæli.

Hoyringar

Uppskot um broyting av serstøku byggisamtyktini fyri part av Karlamagnusarbreyt
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 23. juni 2021 uppskot um at broyta serstøku byggisamtyktina fyri partin av Karlamagnusarbreyt ímillum Rólantsgøtu og Ólivantsgøtu. Tilfarið liggur frammi á Snarskivuni frá 30. juni 2021 til 11. august 2021. Tú sært tað eisini her: 

Broyting av serstøku byggisamtyktini fyri part av Karlamagnusarbreyt

Uppskot um broyting av almennu byggisamtyktini við Villingardalsvegin
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 23. juni 2021 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu. Uppskotið snýr seg um at broyta part av matr. 1175a frá A1 øki til 4. grundumráði, matr. nr. 1348a og 1350a frá 4. grundumráði til A1 øki og matr. nr. 1351 frá A3 øki og 4. grundumráði til A1 øki.

Tilfarið liggur frammi á Snarskivuni frá 30. juni 2021 til 11. august 2021. Tú sært tað eisini her: 

Broyting av almennu byggisamtyktini við Villingardalsvegin

Uppskot um broyting av almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu
Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta part av matr. 1083a, 1083ae og 1087b Tórshavn frá 4. grundumráði til B3 vinnuøki. 

Tilfarið liggur frammi á Snarskivuni frá 30. juni 2021 til 11. august 2021. Tú sært tað eisini her: 

Broyting av byggisamtyktini fyri part av matr. nr. 1083a, 1083ae og 1087b

Uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri Nólsoy fyri part av matr. nr. 159e, Nólsoy
Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta part av matr. nr. 159e, Nólsoy, frá D øki ( almennar stovnar og mentan) til A sethúsaøki.

Tilfarið liggur frammi á Snarskivuni frá 30. juni 2021 til 11. august 2021. Tú sært tað eisini her: 

Broyting av byggisamtyktini fyri part av matr. nr. 159e, Nólsoy

Uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt Millum Horna
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 23. juni 2021 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt Millum Horna, matr. nr. 1121a, 1121g, 1121h, 1121i, 1121k og 1121l, Tórshavn.

Uppskotið til nýggju serstøku byggisamtyktina skipar økið við í mesta lagi 90 íbúðum.

Tilfarið liggur frammi á Snarskivuni frá 29. juni 2021 til 10. august 2021. Tú sært tað eisini her:

Nýggj serstøk byggisamtykt Millum Horna

Uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina við Miðhorn
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 27. mai 2021 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri part av matr. nr. 1160a, Tórshavn.

Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta part av matr. nr. 1160a, Tórshavn frá 4. grundumráði til A1 og A2 øki bústaðarøki, í sambandi við ætlanir um at byggja sethús/raðhús og íbúðir í økinum.

Tilfarið liggur frammi á Snarskivuni frá 2. juni 2021 til 14. juli 2021. Tú sært tað eisini her: 

Broyting av byggisamtyktini fyri part av matr. nr. 1160a, Tórshavn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo