40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sambært ovasta ráðgevanum hjá bretsku stjórnini eru 60 prosent av teimum sum verða innløgd á sjúkrahús við koronasjúku, koppsett tvær ferðir.

Á einum tíðindafundi í Downing Street í dag segði Patrick Vallance at roknað verður við at yvir 1000 persónar hvønn dag verða innlagdir framyvir á sjúkrahús við koronasjúkuni, skrivar Sky News.

Smittuøking hevur verið í Onglandi seinastu tíðina millum bæði ikki koppsett og koppsett.

– Vaksinurnar eru sera effektivar, men ikki 100 prosent effektivar, so tað slepst ikki undan at nøkur av teimum sum eru koppsett við tveimum prikum, kunnu gerast smittað og innløgd á sjúkrahús, sigur Vallance.

Ikki langt eftir at ráðgevin hevði sagt hesi tíðindini, so kom rættingin, sum sæst niðast undir greinini.

Tey 60 prosentini eru fólk sum ikki eru koppsett, rættar hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo