Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað tóktist KvF kærkomið sum hiti av himli, at ‘Nature Medicine.com’ (ein av ótaldum skattstulaðum dómadagsstovnum?), kunngjørdi í farnu viku, at 62.000 evropearar doyðu av hitaslag, andarneyð, sveitta o.t. juni-aug í 2022.

Klimaklikan í KvF kannaði neyvan nóg neyvt, um 3-mánaða mannfallið í Evropa samsvarar við tað, ið hollar keldur skriva um kulda og hita sum deyðsorsøkir.

Eingin hevur hoyrt hetta fyrrenn nú, men øll tey ‘vanliga mistonktu’, 80% monopolpressan, eisini okkara KvF, tustu út á netið at galdra um dóm og deyða.

Hvussu rætt er hetta deyðstalið, 62.000, sammett við aðrar deyðsorsøkir?

Jú, almenn hagtøl siga, at 20.600 evropearar doyðu í ferðsluvanlukkum í fjør, og 42.000 amerikanarar. Tað hoyra vit einki um.

6.000 evropearar doyðu av drøgg í fjør og 120.000 amerikanarar. Eisini lítið umtalað.

120.000 drøggdeyð í fjør eru annars 50% fleiri, enn áðrenn Biden stjórnin opnaði markið millum USA og Mexico fyri fólkaflyting og mannasmugling.

3 mió. landastrok og narkobrostlið bróta nú inn í USA hvørt ár, t.e 8 mió. íalt higartil síðan 2021. (Tað gevur Dems nógvar sosialistiskar atkvøður um stutta tíð).

Onnur áhugaverd hagtøl
Í Evropa búgva um 750 mió. fólk (Russland og Ukraina íroknað). Náttúrliga deyðstalið liggur um 550.000 fólk árliga (smbr. Evrostat).

Ljóðar tað sannlíkt, at 1 av hvørjum 8 av hesum doyðu av hitakvababbilsi í fjør?

Covid-19 drap 2,2 mió. evropearar í 24 mánaðir 2020-21, 90.000 um mánaðin.

Eingin finst at sosialistiska Kina fyri at sleppa COVID-19 leysum og lata út 32% av heimsins CO2.

Í eygum teirra vinstravendu er bara vesturlendskt CO2 ein deyðshóttan.

Hví leika so í um, at 60.000 fólk doyðu av sveitta í bert 3 mánaðir í fjør?

Tað hevði svarað til nærum hálva mió. deyðsføll í 24 mánaðir, nærum helvt av náttúrliga evropiska deyðstíttleikanum.

Bretska heilsumálaráðið upplýsir, at farnu 10 árini eru íalt 7.409 bretar deyð av hita, altso ein bert 1/9 av gølutølunum frá okkara klima-kultistum fyri 90 dagar í fjør.

Eisini heilsuráðið í USA, CDC&P, upplýsir, at bert 700 fólk doyggja í USA av hita árliga í miðal,  uml 19.000 íalt síðan 1979, og 10 ferðir fleiri doyggja av kulda.

Google og YouTube siga frá almenna ‘Evrostat’, at fyri hvørt fólk í heiminum, sum kódnar av hita, eru 9, ið frysta í hel av frostbiti, fótakulda, lungnabruna o.t.

Heimsgitna bretska heilsutíðarritið ‘The Lancet’ skrivar, at kring heimin stívna 90 fólk av kulda fyri hvørji 10, sum kvalast av hita, altso 1 móti 10.

Samlaðu tølini fyri heimin eru 0,5 mió. fólk deyð av hita móti 4,6 mió. deyð av kulda.

‘Statistica.com’ og ‘Reason Institute’ siga, lutfallið er nakað minni, so fyri hvørt deyðsfall av hita, eru 6 av kulda, altso 1:7.

Eru so tey 62.000 deyðsføllini hjá 80% monopolpressuni (og KvF) loddrøtt lygn?

Annars politisk fagnarboð úr Týsklandi
Amerikanska ‘Institute of Health Metrics & Evaluation’ skrivar, at 92% av øllum, ið geva upp ond av hita og kulda, eru fólk yvir 75 ár.

Júst sum við Corona. Flest doyggja sjálvsagt av okkum í eldra og sjúkara enda við ella uttan hitaslag, hjartastoppi ella naglakulda.

Hví ikki heldur lata seg lívga av sólorku enn sovna í eini kavafonn í Novosibirsk ella í eini ískaldari íbúð í Týsklandi, har mong gomul nú ikki hava ráð til el- ella oljuhita.

Annars ljóða tey fagnarboð úr Týsklandi, at 3/4 (75%) av veljarunum ynskja ta reyðgrønu stjórnina hjá sosialistinum Olafi (Scholz) hagar, piparið grør (av hita).

Týska misnøgdin stendst av ti ørliga orkupolitikkinum, sum Olaf, Elsa, Hervør, Greta og ‘burðardygga’ Ingilín vilja kroysta niður yvir føroyingar seinni í hesum valskeiði við oljufýrum, el-bilum, vindmylnum, plastsúgvirørum o.t. Gaga!

Einki normalt menniskja kundi funnið uppá at fylgt nøkrum ráðum frá Thunfisk og hinum nevndu (og ónevndu) kultistunum.

Tey og ikki heimsupphiting eru størsta hóttan móti mannaættini.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo