Har sum neyðin er størst, er Frelsunarherurin næst
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Mánadagin 28. mars eru liðin 80 ár, síðani Fótbóltsfelagið B36 varð stovnað.

Á føðingardegnum hevur B36 opið hús í Gundadali frá klokkan 14. Og einum góðum føðingardegi líkt, so verður ein køkubiti at fáa, umframt at nøkur góð orð helst eisini kunnu hoyrast.

Undirhald til børnini er eisini partur av skránni, og sjálvandi verður eisini ein sonevndur legends-dystur millum nakrar garvaðar spælarar úr B36 og HB á skránni.

Føðingardagsbarnið vónar sjálvandi, at hópur av gestum koma á gátt, so talan verður um stuttligan og gevandi føðingardag.

Tað var longu í 1930, at menn byrjaðu at tosa um at stovna annað felag enn HB, sum tá var einsamalt fótbóltsfelag í Havn. Felag varð eisini stovnað, men at byrja við var hetta ikki B36. Menn sum Poul Johs. Lindberg, Óla hjá Frants á Argjum, Valdemar Andreasen á Kafénum, Júst Sivertsen, Richard Næs og Niels Juel hjá Pola (Háberg) stovnaðu tá Bóltfelagið Fram.

Millum spælararnar á liðnum taldust eisini Sofus í Horni og Sjúrður í Kirkjubø, sum báðir vóru bóndasynir, og tí var skjótt, at felagið varð eyðknevnt Bóndafelagið.

Hetta felagið viraði í eini tvey ár. Tá kom Niels Eidesgaard uppí við sínum liði, sum hann kallaði Bóltfelag Skotfelagsins. Niels var tiltikin maður at fyriskipa, og hann hevði millum annað ein klubba, har ungdómur hittist til dans eina ferð um mánaðin. Skotfelagið var felag, ið var skipað undir Tórshøll, Thorshavns Skytteforening, og har menn skutu til máls við salonriflum.

Samanfall var millum fleiri av limunum í skotfelagnum og Bóndafelagnum, og ein dagin helt Eidesgaard fyri, at teir bara áttu at stovna sítt egna felag.

Hóast felagið ikki varð stovnað formliga fyrr enn í 1936, so var tað eisini virkið undan hesum, men tá navn skuldi setast á, helt Martin Olsen – Martin hjá Hósvíks-Jákupi – at tað var meira saft í kraft í navninum B36 heldur enn B35. Og har við var navn sett á nýggja barnið í føroysku fótbóltsfamiljuni.

10 ár seinni hevði B36 vunnið sítt fyrsta meistaraheitið í fremstu mansdeildini. Í dag eru meistaraheitini 11 í tali, og vórðu tey bæði seinastu vunnin í fjør og í fyrraárið.

B36 er tó so nógv annað og meira enn besta mansliðið. Felagið hevur eina tí størstu ungdómsdeildina í landinum, og B36 er umboðað í øllum yngru deildum hjá FSF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo