Leygardagin var eitt koppsetingarlið í SMS. Tá vórðu tilsamans 83 fólk koppsett. 75 fólk fingu fyrra prikið og 8 fingu tað seinna.
Nú hava 37.961 fólk fingið fyrru koppsetingina. 35.998 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.
Tilsamans 73.959 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo