Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fyrra nyndin undir hesi greinini er samlað inntøka, sum er øll inntøka tilsamans áðrenn skatt.

Ein lítil helvt, 48%, av persónunum liggja millum 0 og 250.000 í inntøku í 2018, vísur yvirlit hjá Hagstovuni.

Ein góður triðingur, 34%, liggur millum 200-400.000.

Ein fjórðingur, 25%, liggja millum 400.000 og 1 millión, og um 2%, ella 832 persónar, høvdu eina inntøku yvir milliónina í 2018.

Niðasta myndin er eftir at allur skattur og gjøld eru drigin frá, er talið av persónum í teimum ymsu inntøkubólkunum nakað broytt.

Eftir samlaðari inntøku – áðrenn skatt - vóru yvir 15.000 føroyingar í teimum niðastu bólkunum – millum 0 og 200.000 kr. Eftir tøkari inntøku – eftir skatt – eru yvir 22.000 í somu bólkum. Hetta svarar til, at 56% hava eina tøka inntøku millum 0 og 200.000 kr., um 40% hava tøka inntøku millum 200.000 og 500.000 kr. og restin - um 4% - liggja omanfyri 500.000 kr. í tøkari inntøku. 255 persónar – 0,6% - høvdu í 2018 yvir eina millión eftir at brúka, tá skatturin var goldin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo