Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Rættarhjálp Føroya fekk 845 áheitanir um hjálp í fjør. Tað sæst í ársfrágreiðingini fyri 2021.

Nógv tann størsti parturin av áheitanunum um løgfrøðiliga hjálp snýr seg um arv, heili 16,2%. Eisini mál sum snúgva seg um separatión ella skilsmissu fylla nógv í arbeiðnum hjá teimum sum manna Rættarhjálpina. 8,2% av øllum áheitanum í fjør snúðu seg um separatión og hjúnarskilna. Mál um fasta ogn stóðu fyri 7,9%, kærur um læknar, tannlæknar og juristar stóðu fyri 6,5% av málunum og mál um starvsrættarviðurskifti stóðu fyri 5,8% av øllum málum hjá Rættarhjálpini í fjør.

Nærum annarhvør sum vendir sær til Rættarhjálpina hevur bústað í Suðurstreymoy, kynini bæði eru áleið líka væl umboðað og nógv tann størsti aldursbólkurin, stívliga 74%, er tey sum eru 30-65 ár.

Tað eru um 20 málsviðgerðar sum manna Rættarhjálpina, sum í fjør kostaði góðar 400.000 krónur at reka. Harav rindar landsstýrið 50.000 krónur og danska løgmálaráðið restina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo