40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í gjár vórðu 849 fólk koppsett á teimum trimum sjúkrahúsunum. 788 fólk fingu fyrra prikið og 61 tað seinna.

Nú eru tilsamans 24.368 fólk koppsetingar gjørdar í Føroyum. 17.684 fólk hava fingið fyrru koppseting. 6.684 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru harvið liðugt koppsett.

Hildið verður fram at koppseta til og við leygardagin.

Ikki fleiri tíðir eru tøkar til koppseting í løtuni. Nýggj sending við koppingarevni kemur ætlandi miðskeiðis í næstu viku.

Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

887 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 257.843 kanningar.

669 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 662 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru seks persónar smittaðir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo