Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

8,5 tons av fýrverki, 60 hjálparfólk, seks flótandi prámar, 11 kilometrar av káplum og 18 bingjur er millum útgerðina tá nýggjárið verður skotið í gongd í australska býnum Sydney, sum er eitt av fyrstu støðunum í heiminum at halda nýggjárið.

Tað er fyritøkan hjá Foti familjuni sum hevur staðið fyri kanska heimsins størsta fýrverki í 27 ár, og fólk kring allan heimin fylgja við á netinum tá sýningin, sum varar 12 minuttir, fer í gongd stutt fyri midnátt.

Tann sum stendur fyri øllum, Fortunato Foti, sigur við sbs.com.au, at temaið í ár verður upprunafólkið í Australia, aboriginals, og teirra siðaarvur. Eisini verða myndir gjørdar við vitlíki vístar á Operahúsið og steyrarnar sum halda Sydney Harbour Bridge.

- Vit ætla aftur í ár at gera okkara besta, so fýrverkið skal vera betri enn nakrantíð, sigur hann. 

Ein millión fólk væntast at fara á staðið at fylgja við, og summi hava staðið í bíðirøð í yvir eitt samdøgur fyri at fáa pláss, sigur australska sjónvarpsstøðin abc.

Ætlar tú at síggja, so er tað klokkan 13 føroyska tíð og tú kanst fylgja við her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo