40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Koppsetingin varð tikin uppaftur í gjár, tá tilsamans 875 fólk vórðu koppsett á teimum trimum sjúkrahúsunum. 283 fólk fingu fyrra prik og 592 fólk fingu tað seinna.

Nú eru tilsamans 21.128 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 14.743 fólk hava fingið fyrru koppseting. 6.385 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

407 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 255.546 kanningar.

668 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 662 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru fimm persónar smittaðir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo