Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í skipaferðslu skulu manningarnar hava møguleika fyri hvíld. Innan lastbilaflutning eru strangar hvílitíðarreglur galdandi. Og innan flestu framleiðsluvinnur eru eisini avmarkingar á, hvussu leingi fólk skulu vera til arbeiðis.

Hetta eru reglur, sum eru komnar yvir langa tíð. Ikki endiliga fyri starvsfólkini, men fyri at tryggja, at arbeiðið áhaldandi verður gjørt á ein nóg góðan hátt.

Sum kommunulækni í føstum starvi hevur tú altíð ábyrgdina av tínum sjúklingum. Hetta er galdandi allar gerandisdagar. Um kvøldið, náttina, í vikuskiftum og heiligdagar skiftast kommunulæknarnir um at vera tøkir í læknavaktini, soleiðis at fólk hava atgongd til kommunulækna alt samdøgrið allar dagar í árinum. Vanliga arbeiðstíðin er tískil í minsta lagi 40 tímar um vikuna, umframt regluligar kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktir. Harumframt hevur tað víst seg at vera trupult at halda frí, uttan at sjúklingarnir í størri ella minni mun verða sleptir upp á fjall hetta tíðarskeiðið - sum vit til dømis sóu í summar.

Slíkar arbeiðstreytir eru als ikki nøktandi í 2022. Arbeiðsgleðin minkar, samvitskan verður ávirkað, fólk fara úr starvi og nýggju kommunulæknarnir aftra seg við at átaka tungu uppgávurnar, ið liggja í føstu størvunum. Samstundis er tað steinur á byrðu, tá viðtalurnar ofta hava nógv fleiri enn teir ásettu 1.600 sjúklingarnar, orsakað av at fleiri kommunulæknastørv ikki eru mannað, og normeringin lutfalsliga ikki er hækkað saman við vaksandi fólkatalinum og nýggju uppgávunum, sum eru lagdar á kommunulæknarnar.

Vit, sum eru undir serlæknaútbúgving fyri at gerast kommunulæknar, eru í løtuni sera stúrin um gongdina, samstundis sum flestu okkara ikki hava mót uppá at fara í eitt fast kommunulæknastarv í verandi støðu. Tó eru vit sera positiv um útsagnirnar, sum eru komnar frá politikarum hesar seinastu dagarnar. Men tað hevði verið sera ynskiligt, at hetta tosið gjørdist meira konkret, so at vit kunnu síggja fram til broytingar.

Vit fegnast eisini um positivu útsagnirnar frá Heilsutrygd um millum annað møguleikan fyri øktum fleksibiliteti í skipanini, men tíverri eru vit ivasom um hesar útsagnir, inntil ovasti politiski myndugleikin hevur gjørt hesa støðuna heilt greiða.

Við fleiri kommunulæknum í einari skipan við munandi øktum fleksibiliteti, skapa vit fortreytirnar fyri eini nýtímans og nøktandi kommunulæknaskipan. Tá fáa vit eina skipan, har teir núverandi dugnaligu læknarnir halda fram í sínum yrki, og næsta ættarliðið av læknum við góðari samvitsku kann átaka sær at hava væl umhugsaðar og kvalifiseraðar sjúklingaviðtalur. Harvið kunnu vit í størri mun tryggja, at vit øll fáa røttu viðgerð í heilsuverkinum, sum tað sømir seg í einum framkomnum vælferðarsamfelagi.

Vinarliga
komandi kommunulæknar

Marin í Dali  Brynhild Hanusardóttir Reinert   Ester Weihe Jacobsen   Jenny Jónsdóttir Nielsen   Jenny Østerø í Jákupsstovu  Jón Rói Jacobsen   Katrina Clementsen  Sólfríð Jacobsen  Ásla Joensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo