Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Firum: Aldu- og streymboyan, sum Firum hevur havt liggjandi á Kaldbaksfirði, varð í gjár tikin upp til kanningar. Boyan varð sett út 12. desember og síðani tá hevur hon sent streym- og aldumátingar til Firum. Við hjálp frá einum accelerometri mátar boyan í 20 minuttir hvussu hon ferðast upp og niður. Síðani roknar hon ymisk alduvirði út, so sum mestu og miðal alduhædd og aldutíðir. Mátingarnar verða sendar yvir fartelefonnet til eina teldu á Firum, sum sjálvvirkandi leggur mátingarnar út á eina heimsíðu.

Umframt at løða battaríir, verða fortoyningar og sinki á boyuni kannað. Boyan hevur bæði sólsellur og battarí, og kann tí vera úti í longri tíðarskeið. Um veturin tá dagarnir eru stuttir, og boyan ikki fær nóg mikið av dagsljósi, hevur hon tó oftari tørv á at verða lødd. Hóast tað kundi verið áhugavert at sæð aldu- og streymmátingar á Kaldbaksfirði frá illveðrinum 31. januar, eru hesar tíverri ikki tøkar, av tí at tað ikki var streymur á boyuni.

Tá boyan er lødd og veðurlíkindi eru til vildar, verður boyan sett út aftur á sama stað á Kaldbaksfirði. Meðan boyan er á landi eru aldu- og streymmátingar ikki tøkar á heimasíðuni hjá Firum. Um alt gongur eftir ætlan, verður aldu- og streymboyan settur út aftur í vikuni og mátingarnar verða tøkar aftur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo