Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Nýársrøðan 2019/2020 sum Holgar Jacobsen helt í Sørvági:

Á sandinum mangt dýrbart minni fjalt
Har brotasjógvar skola yvir alt,
Er veruleikin kanska goymdur har.
Man tárið falla, er tað kanska nær.


Gott kvøld.

Tað er mær ein stórur heiður at vera biðin at halda nýárstaluna í Sørvági , nú árið 2020 trínur fram á okkara lívsleið.

At vit fingu tann heiður at sleppa at búleikast á botninum í hesi náttúruperlu, má sigast at vera ein framíhjárættur, her ið vesturskinið saman við sjógangi , melur okkum upp í hæddir, vit sjálv ikki kunnu greiða frá, men heldur eygleiðandi uppliva kensluna.

Sandurin, ið aldur skolaðu yvir øld eftir øld, liggur sum eitt sereykenni fyri bygdina, spæliplássið ið ikki longur kann spælast á vegna ídnaðarligan framburð. Tankarnir kunnu sveima víða, og lati okkum endiliga lova teimum tað, men okkum øllum, ið sluppu at spæla á sandinum er helst ”Eitt dýrbart minni fjalt ”.

Eg eri føddur og uppvaksin í Sørvági. Barndómurin var tryggur og gandakendur. Vit høvdu fjøruna og sandin sum okkara alheimsspælipláss. Hvør dagur var ein spennandi avbjóðing og eingin var eins.

Seinni blivu tunnuflakar og smábátar partar av degnum eftir skúlatíð, síðani fótbóltur og ross, men sum eg eldist,  gjørdist tað meir og meir tónleikurin,  ið vakti áhugan.

Tónleikurin hevur verið mær hollur, serliga í tungum løtum, ið ikki gjørdust so fáar á mínari lívsleið. Í dag búgvi eg aftur, í mínum barndómsheimi, saman við míni unnustu, lívið sær út til at smílast einaferð enn.

Eitt ár nú aftur farið,
um knortlut fótur steig,
við kenslubornum trega
vit skoða lívsins leið.

Nógv hendir í einum ári .Tað gleðiliga og so sanniliga eisini tað minni gleðiliga. Ofta standa vit sum áskoðarir og fáa lítið og einki gjørt. Gott er við einum sosialum netverki, ið loftar tá ið á stendur, sjálvt um tað í dag kann tykjast sum um, vælferðarsamfelagið er ein sjálvfylgja.

Á mentanarøkinum hevur Sørvágur skarað framúr í mong ár. Tó tykist mær sum um, at sørvingar ella partar av sørvingum ikki geva sær far um hetta, kanska tí at síðstu restirnar av JANTE spøkja í onkrum einrúmi, har onkur einsamallur lærumeistari profeterar sínar endaligu lærusetningar.

Annars kann sigast, at tveir av okkara størstu mentanarberum í bygdini, Jóan Jakku og Magnus eru farnir- og fara um tey sjeyti í næstum.

Hesir menn hava so avgjørt sett Sørvág á Føroyakortið, men eg haldi, at størri sómi átti at verið vístur teimum í Sørvági.

Tó, so má sigast, at nógvir føroyingar hava givið teimum ans. Men hetta skal bert síggjast sum ein áminning til okkum, ið her búgva.

Tá vit nú eru við mentanina, kann eg ikki lata vera við at nevna okkara klassalærara Leif Nolsøe. Leif var afturlítandi helst ein lærari, ið var langt frammanfyri sína tíð, hann stuðlaði okkum, ið ikki vóru sum hini…. og gav íblástur til mangt og hvat.

Minnist, hvussu glaðir vit vórðu, tá vit sluppu upp á loftið í Gamla Skúla at venja tónleik, har vóru fyrstu sangirnir hjá mær veruleiki.

Av og á kom Jóan Jakku heim at gera eitt støðumet, sum oftast vóru vit væl nøgdir, men tíðum komu destruktivu profetarnir, ið hálvteskandi greiddu okkum frá, at vit máttu blíva til menn , tí her vóru nokk av apukøttum í Sørvági, tíbetur lurtaðu vit ikki eftir

Í Sørvági eru nógvar nýíløgur gjørdar seinastu árini, ið koma av einum blómandi búskapi.

Her er eisini eitt grátt ”LOOK” komið yvir bygdina av grótlaðan. Summi dáma hetta væl, onnur meta at peningurin kundi verði brúktur betur.

Gamli skúli, har vit á fyrsta sinni vandu tónleik, er nú vorðin karmur um tónleikaumhvørvið í bygdini.

Karmarnir eru framúr. Ynskiligt er, at skúlin skal vera brúktur meira, men kanska tað verður í framtíðini.

Sørvágs skúli er vorðin ein snotisligur bygningur, ið vit kunnu gleðast um.   Vit kunni eisini gleðast um, at vit hava eina vælvirkandi kommunu.

Vinnulívið gongur væl, og hugaligt er at síggja allar bilarnar og fólkini, ið eru til arbeiðis á Luna. Hetta er gott fyri Sørvág, ið fekk eitt rættiligt bakkast í 2005,  tá fimm trolarar fóru siglandi út av Sørvági fyri seinastu ferð.

Síðan tá eru tveir trolarir komnir aftur í bygdina, ið virknisfúsir menn standa saman um, eitt vinnulív allari Vágoynni at frama. Vóni, at hesir vinnulívsmenn fáa bestu kor at virka undir, eisini við núverandi samgongu.

Country- og Bluesfestivalurin er vorðin ein fastur táttur í okkara bygd, hetta er stórarbeiði at fyrireika, takk skulu tit fyrireikarar og hjálparfólk hava. Festivalurin er vorðin ein sólskinssøga.

Nú hoyrist- og skilst á lagnum, at dansistovan skal rívast niður. Hetta haldi eg ikki,  at eitt bygdaráð, ið situr á síðsta ári av síni setu skal avgera. 

Tá nú ein kanning er gjørd av bygninginum, ið sigur, at hann slett ikki er í so ringum standi. Latið so ikki nepotismuna sleppa at stýra í óðum verki.

Økið á Stakka er vakurt og sera væl frágingið. Einastu  ferð eg veit um, at har er trongt, er tá Tinganest, leygarkvøld kl. 22.00, á Country og Blues plagar at savna fólkið til konsert, tá kann gerast heldur trongt.

Men hetta kann ikki verða beinleiðis orsøkin til, at viðka økið enn meir. Nei! latið Billukirkjuna standa, so vit fáa eitt líkinda samkomu- og bygdarhús í Sørvági.

Við kirkjugarðsins hvíta fjálga lið
Har troyttar lagnur finna sálarfrið
Har farnir vinir sova sælan blund
Ein dag vit aftur seta teimum fund


At enda fari eg at ynskja tykkum eitt gott nýár og Harrans signing yvir hesa bygd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo