40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

2. jóladag, 26. desember, millum kl. 14:00 – 17:00, verður loftið á Pakkhús 4 karmur um tiltak, ið Tvøroyrar Kommuna skipar fyri.

“Áðrenn Jobmatch” er fyri kommununa ein “avleggari” av stóra Jobmatch tiltakinum í Norðurlandahúsinum, ið Tvøroyrar Kommuna eisini luttekur á hin 28. desember.

Tvøroyri eigur nógvar útisetar og lesandi, ið vitja heima á jólum. Nakrir vitja bert nakrir fáir dagar og hava tí kanska ikki stundir at fara til Havnar. Hesum og annars øllum, ið hava áhuga fyri at arbeiða á Tvøroyri, vil Tvøroyrar Kommuna fegin hava orð á.

Á degnum ber til at fáa eitt prát við vinnurekandi, virkir og stovnar, ið hava sítt virki á Tvøroyri. Á henda hátt kunnu sambond knýtast, ið kunnu verða einum sera hent, tá útbúgvingin er liðug, og ein fer at søkja sær arbeiði.

Kaffi og okkurt gott afturvið verður at fáa, røður verða hildnar, og navnframi Jens Marni Hansen kemur at spæla nøkur løg.

Tvøroyrar Kommuna sigur, at øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo