Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Vinnuhúsið: Á árliga Vinnudegnum fríggjadagin verða Ársins Virki og Vinnuátakið kosin. Endamálið við hesum er at menna vinnuligan hugburð og økja virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikum og borgarum. Endamálið er eisini at geva virkjum, sum á einhvønn hátt hava klárað seg væl, eitt herðaklapp og treysti til at halda fram á somu kós.

At velja Ársins Virki er framhaldandi ein týdningarmikil partur av Vinnudegnum. Til at velja Ársins Virki situr ein dómsnevnd, ið er vald av nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Umframt at leggja dent á fíggjarlig úrslit seinastu árini, hyggur dómsnevndin eisini eftir, um fyritøkur hava víst framfýsni og áræði á ymiskum økjum, og um hetta hevur viðført menning og vøkstur av fyritøkuni. Hetta kann t.d. vera viðvíkjandi framleiðslu, útflutningi, útbúgving ella vøru- og tænastumenning.

Umframt heiðurin fær Ársins Virki eina serliga standmynd, ið er gjørd til endamálið. Talan er um eina standmynd, sum er stoypt í bronsu.

Ársins Virki hevur verið kosið á hvørjum ári, meðan hetta ikki er galdandi fyri Vinnuátakið (fyrr Ársins Átak). Sama dómsnevnd, sum velur Ársins Virki, velur Vinnuátakið.

Vinnuátakið hevur áður itið Ársins Átak, men Føroya Arbeiðsgevarafelag ynskti at leggja serligan dent á búskaparliga, umhvørvisliga og sosiala burðardygd, og tí er eisini heitið á heiðrinum broytt. Vinnuátakið verður latið virki ella persóni, sum hevur gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Talan kann vera um einstakt átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð.

Fyri Vinnuátakið verður latin ein standmynd, sum er eitt V úr stáli við búmerkinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag graverað í.

Hvør verður Ársins Virki og Vinnuátakið 2023 verður avdúkað í Norðurlandahúsinum 29. september á Vinnudegnum 2023.

Í dómsnevndini at velja Ársins Virki og Vinnuátakið sita:

- Turið Arge, Bank Nordik
- Jean Djurhuus, Betri Banki
- Martin Tvede Zachariassen, Fróðskaparsetur Føroya
- Herálvur Joensen, Umhvørvis- og vinnumálaráðið
- Niels Winther, Vinnuhúsið
- Niels Mortensen, P/f SMS (Ársins Virki 2022)

Les meira um Vinnudagin 2023

Ársins Virki

Vinnuátakið

2000

Havsbrún

ikki valt

2001

Tórshavnar Skipasmiðja

North Atlantic Fish Fair

2002

Vónin

Teitur Lassen

2003

Vaðhorn

Formula.fo, Total View

2004

Reyni Service

Atlantic Airways, sáttmálin Aker Stord

2005

Faroe Marine Products

Fariga Seafood

2006

Thor

Vinnuvitan

2007

Eik Banki

ikki valt

2008

ArtiCon

Decision3

2009

Bakkafrost

Tórshavnar Matfestivalur

2010

Tavan

Vilt í Suðuroy

2011

Vónin

Jákup Zachariassen

2012

Luna

Varðin Pelagic

2013

Vest Pack

KOKS

2014

Skansi Offshore

MEST & PAM OFFSHORE SERVICE

2015

Bakkafrost

Defined Energy

2016

KJ Hydraulik

Sheep View

2017

Smyril Line

hiking.fo

2018

Articon

FabLab

2019

Poul Michelsen P/F

FÖRKA

2020

Ikki valt

Ikki valt

2021

Formula

Thetis

2022

SMS

TROM

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo