Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Fólkakirkjan: Fríggjakvøldið 16. september klokkan 19.30 verður ein áhugaverd gospelkonsert í Hoyvíkar Kirkju. Tá fer danska kórið Absolute Gospel Singers við Lindu Andrews sum kórleiðara at hava konsert, og á klaverið spælir Markus Lindel, sum er ein av bestu og kendastu klaverleikarum í gospeltónleiki í Danmark.

Á skránni hjá kórinum verða kendir gospelsangir, men eisini nýggir, sum m.o. Israel Houghton og Kurt Carr hava gjørt.

Linda Andrews, ið sum kunnugt er úr Havn og fyri nøkrum árum síðani vann X-Factor-kappingina í Danmark, hevur sjálv stovnað Absolute Gospel Singers. Kórið hevur m.a. sungið saman við Rasmus Seebach og hevur verið við í Danish Music Award og X-Factor, og hevur eisini verð við til 100 ára tiltak í Operuni í Keypmannahavn, har Margreta drotning eisini var við.

Absolute Gospel Singers hava tey seinastu árini verið við í ymiskum sjónbandaløgum, og seinast hava tey verið við í sangunum “Born Again In Your Eyes” og “Fix You”.

Konsertin í Hoyvíkar kirkju verður tann fyrsta á føroyaferðini hjá kórinum. Tey fara eisini at syngja í Kvívíkar kirkju, Cristianskirkjuni, Sjóvar kirkju og Eiðis kirkju.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo