Eitt gott høvd og eitt gott hjarta er ein framúr blanding
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hjá børnum við ADHD og ADD hevur tíðliga og rættur innsatsur beinleiðis ávirkan á, hvussu lívsgóðskan verður í lívinum. Tí er tað av alstórum týdningi, at um illgruni er til ADHD ella ADD, skulu børnini beinast víðari til barnapsykiatriina so skjótt sum gjørligt. At fáa staðfest diagnosuna tíðliga kann gera stóran mun hjá barninum og familjuni.

Okkara royndir eru tíverri, at børn standa óneyðuga leingi í bíðistøðu á Sernámi. Upp í fleiri ár uttan at verða beind víðari. Dømi eru um, at foreldur í mánaðar og ár verða vegleidd í at stimbra sansirnar hjá barninum, uttan at nøktandi framstig eru at síggja. Alt ov sjáldan verður hugt at orsøkini til sansaórógvið – tað verið seg ADHD, autismu ella annað. Ímeðan vaksa trupulleikarnir, og barnið fær tað verri og verri, og skaðarnir verða størri og størri. Hetta eru upplivingar hjá nógvum foreldrum, ið ADHD-felagið hevur samband við. 

Spurningurin er, hví tað er soleiðis. Er tað manglandi viðurkenning av ADHD og ADD sum diagnosa?

Felagið vendi sær til Sernám í mai í fjør fyri at fáa ein dialog í gongd, og fyri at hoyra, hvussu teirra mannagongdir eru, tá illgruni er um ADHD ella ADD. Vit hava ikki fingið svar enn. 

Sum nú er, síggja vit í ADHD-felagnum ongan annan møguleika enn at mæla foreldrum til at fara rundanum Sernám og venda sær beinleiðis til kommunulæknan og fáa ávísing, um tey hava illgruna til ADHD ella ADD. 

Vit í ADHD-felagnum harmast sera nógv um viðferðina, sum børn við Downs syndrom fáa av Sernám. Eisini halda vit tað vera ein stóran trupulleika, at vit, sum nú er, ikki kunnu mæla foreldrum til at venda sær til Sernám, um tey hava illgruna um ADHD ella ADD.

Nevndin í ADHD-felagnum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo