Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

​Í avdúkandi sendingini í KvF um íslendska svansið í okkara høvuðsvinnu, var advokaturin Turið D. Hentze púra greið.

Møguligt svik og skattaundandráttur skal kannast. 

Hetta ljóðaði skilagott, men......

Hví spurdi tíðindamaðurin ikki advokatin, um tað ikki eisini er uppgáva hjá Toll- og Skattaráð Føroya at taka málið upp?

Tað burdi ligið til høgrabeinið at sett spurningin, tí advokaturin er forkvinna í Toll- og Skattaráðnum, og eigur hon sjálvsagt at røkja sínar og ráðsins skyldur eisini í hesum álvarsmáli, har ráðið sambært ásetingunum hevur eftirlit við skattaálíkningini og ansar eftir, at umsitingin álíknar rætt og í samsvari við lógina.

So nú er at vóna, at advokaturin og ráð hennara skjótast taka stafettina og sambært reglunum herða eftirlitið við umsitingini av skattaálíkningini í hesum sera álvarsliga og prinsipiella máli.

Tað burdi verið sjálvsagt, nú so álvarsamur ivi er sáddur um skattligu viðurskiftini hjá íslendingum, sum eiga í høvuðsvinnuni. 

Ad-hoc toymið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo