40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nes kommuna: Stigtakarar og listafólkið hava um høgtíðina skift orð um ætlanina at seta upp listaverk á Høganesi. Listaverkið var ein marglittur glaskrossur. Ætlandi skuldi hann vera um 17 metur høgur.

Á kunningarfundi 23. mars 2021 varð ætlanin løgd fram undir hjáheitinum “til gleði fyri øll”. Kunnað varð um ætlanina. Eftir fundin hevur høvi verið at sæð modell av listaverkinum á kommunuskrivstovuni hjá Nes kommunu. Fólk hava síðani havt møguleika at borið fram sína hugsan um ætlanina.

Ásannandi at henda ætlan ikki er til gleði fyri øll, men at fólk av ymiskum ávum ikki taka undir við ætlanini, meta stigtakarar og listafólkið, at skilabest er at sleppa ætlanini.

Fólki okkara til kunningar.

á Skálafjørðinum 8. apríl 2021.
stigtakararnir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo