Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hóskvøldið 11. apríl kl. 20 verður Aftansongur – eisini kallað Vesper – í Gøtu kirkju. Kamarkórið Aurora Borealis syngur. Ólavur Jøkladal er kórleiðari, og organistur verður Símun Hammer.

Talan er um eina framførslu við tónleiki, sum er bygdur á gamla liturgiska siðvenju og sálmar annars. Hetta er andaligur tónleikur, sum røkkur heilt úr miðøld til okkara dagar.

Sungin verða verk eftir Maurice Duruflé, Abbé Vogler, Knúd Olsen og Ólav Jøkladal. Høvuðsverkið verður “Herr, wenn ich nur dich habe”, sum er dubultkór eftir Heinrich Schütz; her verður tað organisturin Símun Hammer, sum hevur fylgispælið.

Áhoyrararnir fáa eisini loyvi at brúka sína rødd í sálmasangi, nakað av plássi verður til felagssálm eisini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo