Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

(savnsmynd)

(savnsmynd)

(savnsmynd)

Upp í 19 stig vórðu sambært síðuni hjá Landsverki máld á Vatnsoyrum um hálvgum ellivu tíðina í morgun. Tað var lýggjasta plássið í landinum, sambært lv.fo.

Í øðrum støðum er eisini lýtt. Eitt nú í Syðradali á Kallsoynni har hitin var 18 stig og um Gøtueiðið, við Norðskálatunnilin eystanfyri, Streymnesi og Kollafirði, har 17 stig vórðu máld.

Samstundis er eisini fitt av vindi nógvastaðni, serliga sunnanfyri, eitt nú á Brekkuni Stóru á Sandoynni har vindferðin kom uppí 23 metrar um sekundið og fleiri støð í Suðuroynni nakað tað sama.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo