40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Stórur meirluti av føroyingum tekur undir við ætlanini um ein NATO-radara á Sornfelli. Tað er gott. Vit eiga at gera okkara at verja demokratiska vesturheimin mótvegis totaliteru stýrisháttunum í londunum eystanfyri!

Gamalt var, at Tjóðveldið og Javnaðarflokkurin vóru ímóti NATO, meðan teir borgarligu flokkarnir vóru jaligari. Her sýnist broyting vera komin í.

Sambandsflokkurin hevur enn somu støðu, meðan Fólkaflokkurin himprast. Vit vilja hava okkurt afturfyri, sigur meirlutin í Fólkaflokkinum. Skal NATO hava radaran, skulu vit hava eina fríhandilsavtalu við EU, verður sagt!

Eitt løgið krav, tá hugsað verður um, at NATO og EU púrasta eru hvør sín felagsskapur. Meðan t.d. USA, Canada, Ísland, Noreg og Turkaland eru limir í NATO, eru tey ikki limir í EU. So at krevja sømdir frá EU fyri vælvild mótvegis NATO, er sum at krevja avsláttur frá FK fyri vørur keyptar í Bónus!

Føroyingar skulu hava ræði á og reka radaran!
Nú danir hava samráðingar við USA um sterkari verjupolitiskt samstarv, har amerikanskir hermenn fáa støð í Danmark, eru fleiri ivasamar røddir at hoyra har niðri. Spurt verður, hvørja ávirkan hetta fær á donsk nærsamfeløg.

Verður talan um ein serstakan samfelagsbólk, sum ikki skal akta danska lóggávu? Hvussu mangir hermenn koma? Hvør telur teir? Hvussu verður, tá hermenninir gera størri ella smærri brotsverk? Hvussu viðvíkjandi eftirliti við t.d. narko? Og hvussu viðvíkjandi eftirliti við og tolli av innflutningi annars?

Vit eldru/gomlu minnast, hvussu støðan var gjøgnum seksti-, sjeyti- og áttatiárini her á landi.

Vit minnast, hvussu Mjørkadalssamfelagið gjørdist eitt egið samfelag inni í føroyska samfelagnum!

Tað eigur helst ikki at endurtakast. Týdningarmesta kravið eigur tí at vera, at Løgtingið fær ræðisrættin yvir og ábyrgdina av at reka radaran! Radarin kann tá verða rikin av føroyingum - í hvussu so er í friðartíð. At flyta radaramyndina hagar NATO vil hava hana, er neyvan stórur tøkniligur trupuleiki!

Svend Aage Ellefsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo