40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Ársúrslitið eftir skatt í fjør gjørdist 7,7 milliónir krónur, sum skal samanberast við 9,4 mió kr í 2019.

Høvuðsorsøkin skal finnast í at bruttovinnigurin minkar eina slaka millión samstundis sum starvsfólkaútreiðslur vaksa við áleið somu upphædd.

Leiðslan vísir í frágreiðingini á, at úrslitið er væl minni enn væntað, men hon er kortini nøgd.

Hóast rakstur og úrslit í fjør vóru heldur lakari enn árið fyri, so ber ikki til at fara skeivur av treystleikanum í vælriknu fyritøkuni í Vestmanna.

Javnin hjá Vestpack var 55,6 mió kr við ársbyrjan og eginognin 32,4 mió kr. At kalla ongin rentuberandi skuld er, og fyritøkan hevur sum vænt goldið eigararunum vinningsbýri - hesaferð góðar 6 mió kr, sum er nakað minni enn vanligt hevur verið seinastu árini.

- Ætlanirnar fyri 2021 vísa eisini eitt fitt avlop, hóast leiðslan væntar at harða kappingini stendur við, verður sagt í leiðslufrágreiðingini.

Tað eru Áki Olsen og Jákup Oluf í Skálum sum stjórna Vest Pack.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo