40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

(arkivmynd)

(arkivmynd)

(arkivmynd)

Bert fáar vikur eftir, at eldur var í Sandoyartunlinum er aftur boðað frá eldi í dag - hesaferð Streymoyarmegin.

Tað skrivar Kringvarpið.

Politiið skrivar soleiðis á facebook:

Kl. 11.25 fekk alarmsentralurin fráboðan um, at eldur er í einum lastbili umleið 1 km inni í tunlinum. Sløkkilið, ambulansi og politið bleiv beinanvegin sent á staðið.

Sum skilst er sera nógvur roykur á staðnum og tí verða øll óviðkomandi biðin um at halda seg burtur frá økinum.

Um støðuna annars, vita vit onki meira og vilja tí koma við eini dagføring, tá vit hava fingið fleiri upplýsingar.

Dagføring frá løgregluni:  Tað er nú staðfest, at 13 persónar vóru inni í tunlinum tá eldur kom í lastbilin. 1 persónuur er bjargaður úr tunlinum og er koyrdur á Landsjúkrahúsið.

Hini 12 eru framvegis inni í tunlinum og uppihalda sær fordeild í fleiri trygdarbingjum.

Átaksleiðslan á staðnum hevur samband við trygdarbingjurnar umvegis eina radioskipan.

Dagføring frá løgregluni: Nú eru teir seinastu 2 persónarnir eisini bjargaðir úr tunlinum og á teir verða eisini fluttir á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar. Tey hava tað øll goti eftir umstøðunum.

Sostatt eru allir persónarnir bjargaðir úr tunlinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo