Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Herfyri vóru tað sonevndu gulleggini, sum vórðu ætlað ukrainskum hermonnum, og áttu at kosta lítið og lætt, men sum onkursvegna endaðu við at kosta sera nógv, tí korruptir millummenn við sambandi til ukrainsku herleiðsluna koyrdu stóran okursvinning beint í lumman.

Nú eru tað heit vetrarklæðir sum ukrainsku hermenninir skulu hava, sum eru dýrkað yvir 300% á vegnum frá teimum sum upprunaliga selja og til tey sum enda við at gjalda.

Forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur verið úti og sagt, at syndararnir skulu finnast og revsast. At Ukraina fær skil uppá sínar mutursfongdu myndugleikar er eisini ein fortreyt fyri, at landið kann fáa ES limaskap.

Ein meiningarkanning sum nýliga er gjørd, vísir, at 62% av ukrainum halda, at "mutur í samband við innkeypini hjá herinum" í stóran mun avmarkar avrikið hjá landinum á hermótinum. Bara 25% halda, at ukrainska stjórnin ger ein stóran innsats fyri at vinna kríggið. Nógv fleiri halda, at sjálvbodnir ukrainar og vestanlondini gera nógv meira til tess at Ukraina kann vinna kríggið ímóti Russlandi.

Á myndini er ukrainski verjumálaráðharrin, Oleksii Reznikov, við vetrarfrakkunum sum feskasta mutursgølan snýr seg um.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo